Gjald fyri heilivág verður broytt í morgin

Hin 1. apríl koma nýggjar reglur um tilskot til keyp av heilivági í gildi. Ein tilskotsnevnd ger av, hvønn heilivág Heilsutrygd veitir tilskot til

HEILSUTRYGD

- Endamálið við hesum er at teir persónar, sum brúka nógvan tilskotsheilivág, koma at rinda minni í egingjaldi. Hinvegin koma teir persónar, sum nýta lítið av tilskotsheilivági at gjalda meir, sigur Heilsutrygd í tíðindaskrivi.
Broytinga fer borgarin at merkja á tann hátt, at einki tilskot verður latið fyri tær fyrstu 500 krónurnar í einum tilskotsári. Síðan hækkar tilskotið alt eftir, hvussu nógv keypt verður fyri í einum tilskotsári.
Eitt tilskotsár er frá tí degi, tú keypir heilivág fyrstu ferð eftir 1. apríl og eitt ár fram. Keypir tú t.d. heilivág 15. apríl 2010, so endar títt tilskotsár 14. apríl 2011.
Tær nýtist ikki at minnast til, nær tú keypti heilivág fyrstu ferð, ella hvussu nógv tú hevur keypt fyri, tí tað kemur at standa á kassakvittanini frá apotekinum. Verður heilivágurin sendur frá apotekinum, verður kunning viðløgd.
Keypir tú ikki heilivág aftur fyrr enn 15. juni 2011, so byrjar títt nýggja tilskotsár 15. juni 2011.
Tá nýtt tilskotsár so byrjar, verður tilskot ikki latið fyri tær fyrstu 500 krónur Síðan heldur skipanin fram við at stuðulin aftur hækkar.
Hvussu stórt tilskotið verður, veldst um, hvussu stórar tínar árligu útreiðslur til heilivág eru. Tað merkir, at tilskotið hækkar í samsvari við tygara heildarútreiðslur, sum árið líður. Størri útreiðslurnar eru til heilivág í einum tilskotsárið, størri verður tilskotið.
Børn yngri enn 18 ár og persónar eldri enn 67 ár koma ongantíð at rinda meir enn 1.195 krónur árliga fyri tilskotsheilivág. Øll hini koma í mesta lagi at rinda 1.600 krónur árliga.

Reglurnar eru í stuttum hesar:
• At tygum ikki fáa tilskot, um tygara heildarútreiðslur eru minni enn 500 krónur eftir einum tíðarskeiði á eitt ár.
• At tygum fáa tilskot á 50% til tann partin av útreiðslunum, sum eru millum 500 og 1.000 krónur
• At tygum fáa tilskot á 75% til tann partin av útreiðslunum millum 1.000 og 2.000 krónur
• At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 3.300 krónur, um tygum eru yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár.
• At tygum fáa tilskot á 85% til útreiðslur millum 2.000 og 6.000 krónur, um tygum eru millum 18 og 67 ár.
• At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 3.300 krónur, um tygum eru yngri enn 18 ella eldri enn 67 ár. Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð rinda meiri enn 1.195 krónur í einum tilskotsári.
• At tygum fáa tilskot á 100% til útreiðslur oman fyri 6.000 krónur, um tygum eru millum 18 og 67 ár. Í hesum aldursbólki kunnu tygum ongantíð rinda meiri enn 1.600 krónur í einum tilskotsári.

Flestallur heilivágur verður býttur um við bíligasta heilivág, um tað snýr seg um sama virkna innihaldsevni. Um tygum ynskja dýrara heilivágin, mugu tygum sjálv/-ur gjalda munin. Tó ber til hjá lækna at søkja tilskotsnevndina um hækkað tilskot.
Lýsing er aðrastaðni í blaðnum, har dømir eru í. Eisini verður ein faldari borin í hvørt hús í hesi vikuni, har nærri frágreiðingar eru. Har verða eisini prentaðar tilvísingar til Løgtingslógina um Heilsutrygd.