Tá fólk, sum búgva á Biskopstø ella har á leið í Klaksvík, vaknaðu sunnumorgunin, sóu tey eina heldur løgna sjón uttan fyri Norðoya Heimavirkið og Klaksvíkar Bókasavn. Standmyndin av Kjølbro stendur har, og hevði hon fingið ein innkeypsvogn upp á heysin.
Hvør hevur gjørt hetta ella júst nær hetta er hent, er ilt at meta um.
Løgreglan í Klaksvík hevur ikki fingið nakrar fráboðan um hetta.
Annars sigur vakthavandi í Klaksvík, at vikuskiftið hevur sum heild verið sera friðarligt.









