Hóast vaktarhaldið var størri enn nakrantíð fyrr, so eydnaðist tað aftur í ár onkrum einstaklingum at seta ivamál um trygdina á Voxbotn.
Petur Slyne, ið er ein av fyriskiparunum av tónleikatiltakinum, sigur at tað vóru 120 vaktarfólk knýtt at Voxbotn leygardagin, men kortini er nærum ógjørligt, at alla tíðina halda eyga við øllum.
Ein óhugnalig mynd er farin í umferð á sosialu miðlunum frá leygarkvøldinum, har ein maður sæst sita ygst á eggini uppi á Hotel Tórshavn. Hendingin er umrødd aðrastaðni í blaðnum. Petur Slyne sigur, at enn er teimum ikki heilt greitt, hvussu maðurin er sloppin upp higar.
- Onkur hurð er av ovastu hædd í hotellinum, upp á loftið og út á takið. Kanska er hann farin tann vegin. Møguliga hevur hann klatrað upp eftir brandstiganum allan vegin. Vit vita ikki heilt. Men tílíkar dáragerðir eru nærum ómøguligar at verja seg fyri. Tað er spell, at gerðir hjá onkrum einstaklingi skulu spilla alt fyri tey fimm til seks túsund, sum annars nutu Voxbotn, sigur Petur Slyne.
Hann sigur, at málið sjálvandi verður tikið upp á eftirmetingarfundinum, sum fyriskipararnir fara at hava við vaktarfólk og løgregluna.
- Sjálvandi ynskja vit, at trygdin er í hásæti til øll slík tiltøk, sigur Petur Slyne, men heldur, at í hesum førinum er talan um einstaklingar, sum gera býttar gerðir. Umframt hendingina uppi á Hotel Tórshavn, høvdu fólk eisini klatrað upp á takið á Tinghúsinum og bygninginum, har Sirkus heldur til.