Leygardagin sluppu fólk í øllum aldursbólkum, gentur, dreingir, kvinnur og menn, at sláa tunnu á Sandi.
Lagt varð fyri í Ungmannafelagshúsinum Virkinum longu klokkan 13, tá børn - gentur og dreingir - undir skúlaaldur sluppu at sláa tunnu. Samstundis, sum tey smærru børnini vóru savnaði inni í húsinum, vóru børn í skúlaaldri savnaði í túninum beint vestan fyri húsið til tunnusláttur.
Nógv børn og foreldur vóru í Virkinum hesa løtu, og øll hugnaðu sær óført. Børnini stóðu so hugagóð í røð, og tá tey komu til tunnuna, sluppu tey at sláa tvey sløg í part - og síðan fóru tey í røðina aftur.
Tað er avmarkað, hvussu hart børnini kunnu sláa við einum lítlum gassa, og tí tók tað eisini sína tíð, til tunnan brotnaði, og ein rúgva av smáum bommpakkum datt niður á gólvið.
Tá tunnan umsíðir brotnaði, savnaðust børnini at fáa sær hvør sín bommpakka.
Í ovaru hæddini í Virkinum varð bjóðað til ókeypis kakao, kaffi, te og bollar.
Eisini vaksin
Seinni henda dagin sluppu eisini kvinnur og menn at sláa tunnu, og hetta fór eisini fram vestan fyri Virkið.
Sosialurin fekk ikki við, hvør kvinnan var, sum reiggjaði gassan seinastu ferð, áðrenn tunnan fór í knús, men hjá monnunum gjørdist vinnarin og kattakongurin, Eyðvarður Petersen, skipari á línuskipinum Sandshavinum.
Tað er ikki bara sum at siga tað at gerast kattakongur á Sandi. Tann, sum brýtur tunnuna, bjóðar inn á gólvið, og sum seinnaparturin og kvøldið leið, var dúglig gongd inn á gólvið hjá skiparanum á Sandshavinum.