Gjørdi seg inn á gentur umvegis teldu

Kriminalpolitiið hevur skuldsett ein mann fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ungar gentur umvegis telduna.

Sosialurin skrivar í dag, at fyrst í november fór kriminalpolitiið inn á eitt arbeiðspláss í Havn og handtók ein mann, sum er skuldsettur fyri blygnaðarskemd umvegis telduna – bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.

Hann er undir illgruna fyri at hava samskift við ungar gentur um telduna, fingið tær at gjørt ymist, og hann hevur kunnað eygleitt tað, tær hava gjørt, á vevmyndartóli sínum.

Hetta málið er ikki nakað eindømi, tí kriminalpolitiið veit um heilt nógvar ungar ólukkuligar gentur, sum hava verið lokkaðar umvegis telduna til eitt nú at lata seg úr framman fyri myndatólinum.

Ikki fyrr enn ov seint hava tær fatað, at myndin var farin til móttakaran ella løgd á netið.