Tað eru ikki so fáir bankakundar, sum millum ár og dag, munnu hava øst seg eitt vet um eitt ella annað, men tað eru tíbetur fáir, sum gerast so í øðini, at teir gera seg inn á bankan.
Men hósdagin seinnapartin var ein, sum ikki kundi halda sær.
Um fýratíðina seinnapartin hósdagin kom hesin maðurin inn í høvuðsavgreiðsluna hjá Føroya Banka í miðbýnum í Havn.
Hvørji ørindini vóru er ikki gott at vita, men svarið hann hevur fingið, hevur neyvan verið eftir vild, tí brádliga byrjaði hann at gera rættuliga um seg í avgreiðsluni.
Hann steyg inn um diskin og sparkaði eina roknimaskinu, sum fekk nakað av skaða, og hann ripaði fótin ígjøgnum ein rút, sum sjálvandi fór í smildur.
Starvsfólkini í bankanum gjørdu skjótt av og ringdu til løgregluna, sum kom á staðið beinanvegin.
Maðurin, sum er ein gamal kenningur hjá løgregluni í høvuðsstaðnum varð tikin við á støðina har hann var avhoyrdur.
Maðurin varð sleptur út aftur aftaná avhoyringina, men hann verður nú skuldsettur fyri herverk