Gjøldini fara ikki at hækka meir

Gjøldini vórðu hækkað fyri at kunna lækka skattin hjá fólki við lág- og miðalinntøkum

Í ár væntar Kristina Háfoss, at landskassin fer at fáa slakar 17 milliónir krónur meiri inn í tinglýsingagjaldi, enn í fjør.

 

Tað sigur hon, nú Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvat landskassin fær burtur úr, at samgongan hevur hækkað gjaldið fyri at tinglýsa ognir

 

Kristina Háfoss vísir á, at í fjør fekk landskassin 33,1 milliónir inn í tinglýsingargjaldi, og í ár verður inntøkan sostatt 16,9 milliónir hægri.

 

Men Kristina Háfoss sigur, at ætlanin er ikki at hækka gjøldini enn meiri.

- Samgongan vildi veita lág- og miðalløntum ein munandi skattalætta, og hann varð mettur at kosta landinum 137 milliónir krónur tilsamans, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon sigur, at hetta var ein skattalætti, sum gav lág- og miðalløntum upp í 8.500 krónur meira at liva av um árið. Men samstundis hevði samgongan sett sær fyri at fáa avlop á fíggjarlógini eftir at hall hevur verið á henni í átta ár. Sostatt bat til at fara undir at rinda skuld hjá landsinum aftur, heldur enn at økja hesa.

 

- Fyri at røkka hesum varð neyðugt at útvega landskassanum fleiri inntøkur og tað var orsøkin til, at tinglýsingargjøldini vórðu hækkað, sigur Kristina Háfoss.