Gjógv eitt slag av miðdepli á Summartónum. Konsertir verða hildnar í gjónni á Gjáargarði og í bygdarhúsinum.
Sambært Kristian Blak hevur Gjógv fingið eina serliga støðu sum mentanarstað.
- Fólk úr øllum landinum koma til Gjáar á konsertir. Hetta er m.a. orsakað av góða arbeiðinum hjá Eiriki Suna, ið rekur Gjáargarð og orsakað av góða viljanum hjá bygdaráðnum. Umframt konsertirnar í sjálvari Summartóna vikuni, verður skipað fyri Summartónakonsertum við Gjógv í allan juli mánað, undir heitinum Mánadagur við Gjógv