Ígjøgnum tey donsku sundini uttan loðs

Hóast ST hevur mælt øllum reiðaríum til at biðja um loðs, tá tey lata síni handilsskip sigla í trongum sundum ella firðum við nógvari skipaferðslu, eru tað minni enn so øll reiðaríini, sum taka tilmælið í álvara.

Eitt nú lata fleiri av teimum størstu reiðaríunum sum einki, tá tey senda stór skip ígjøgnum tey donsku sundini. Tað skrivar Politiken. Á blaðnum eru tey komin eftir, at í fjør vóru 165 tilburðir, har skip fóru ígjøgnum altjóða siglingarrennurnar uttan at biðja um loðs, og higartil í ár er tað hent 117 ferðir.

-Hetta er avgjørt ikki í lagi. Hesi skipini og reiðaríini váða nógv, og eitt óhapp kann gera stóran skaða á tað danska umhvørvið og landsins búskap, sigur vinnumálaráðharrin, Ole Sohn, við Politiken.

Blaðið hevur fingið innlit í, hvørji reiðarí lata síni skip sigla ígjøgnum tey donsku sundini uttan at biðja um loðs. Millum reiðaríni eru nøkur av heimsins størstu so sum tað sveisiska Mediterranean Shipping Company (MSC), tað týska Oldendorff og tað almenna kinesiska reiðaríið Cosco og China Shipping Group.

Hjá donsku loðstænastuni siga tey, at summi reiðarí rinda sínum skiparum eina eyka samsýning, um teir sigla ígjøgnum sundini uttan loðs.