Gjáargarður: Náttúran er beint uttanfyri vindeygað

Mong ferðafólk brúka bíðitíðina í Føroyum til at vitja við Gjógv. Her stendur Gjáargarður fyri teimum við opnum føvningi og bjóða teimum vælkomin innar.  Vit síggja, at fólk koma aftur og aftur til okkara. Tað skuldi verið besta reklaman, sigur dagligi leiðarin, Eirik Suni Danielsen.

Gjógv: - We are hungry. Can we have something to eat?!
Tvey fremmandafólk eru júst komin inn í gongina á Gjáargarði - eitt tilkomið par úr USA.
Tey hava verið í Føroyum í nakrar dagar, hóast komið er út í september mánað. Henda dagin hava tey lagt leiðina norður til Gjáar.
Fyri teimum stendur ein blíður og fyrikomandi leiðari, Eirik Suni Danielsen. Hann biður tey bíða eitt lítið bil, inntil pláss er í matarhøllini.
Henda dagin er enn eitt skeið hildið í gistingarhúsinum, og hesi mugu sleppa at eta seg lidnan. Síðani verður gjørt pláss til gestirnar.
Hetta amerikanska parið er mestsum av tilvild komið til Føroyar. Tey ætlaðu at sleppa undan øllum ódnunum í USA, og hugsaðu í fyrsta umfari um at fara til Grønlands ella Íslands.
 Men so sóu vit á netinum, at til bar at flúgva til eitt stað sum kallaðist Føroyar. Og so fóru vit bara hagar, siga tey bæði.  This is a beautiful country!
Tíð er ikki til stórt meiri prát enn hetta, tí nú boðar verturin frá, at borðreitt er fyri amerikansku gestunum og tíðindafólkunum úr Havn.
Blíðskapinum bilar einki. Her verður ikki spurt, hvagani ein er ættaður. Her verður tikið ímóti fremmandafólk og heimafólki á sama hátt.

Hugsaði seg væl um
Liðið er nú meiri enn eitt ár síðani Eirik Suni Danielsen saman við øðrum partnarum keyptu hetta kenda gistingarhúsið við Gjógv.
 Eg hevði sjálvur hug at keypa tað, tá eg sá at tað var til sølu. Men eg mátti hugsa meg væl um, áðrenn eg fór undir eitt slíkt tiltak.
 Eitt slíkt gistingarhús fæst jú ikki fyri einki, so tí hevði eg sjálvur ongan møguleika at keypa tað einsamallur. Eg mátti fáa onkrar aðrar við mær, sigur hann.
Tað eydnaðist honum at fáa fólk m.a. innan ferðavinnuna at trúgva uppá hansara ætlanir við Gjáargarði, og soleiðis skifti hesin bygningur eigara fyri 3,5 mió. kr.
Og 1. september í fjør var so dagurin, tá Eirik Suni gjørdist dagligur leiðari á Gjáargarði.

Strævið, men spennandi
Hetta fyrsta árið hevur verið eitt sera spennandi ár hjá Eirik Suna.
Umframt arbeiðið við at umbyggja gistingarhúsið, hevur eisini annað virksemið verið í húsinum at kalla alla tíðina.
 Jú, vit hava havt úr at gera. Her hava verið nógv ymisk fólk úr mongum ymiskum tjóðum.
 Og hetta hevur gjørt, at hóast tað mangan hevur verið strævið, so hevur tað kortini verið eitt sera spennandi ár, sigur hann, og veitir samstundis bygdarfólkinum eina stóra tøkk fyri móttøkuna tey hava fingið.
Um summarið vitja nógv fremmandafólk á Gjáargarði, men nú veturin stundar til, verða kundarnir av øðrum slagi.

Ymiskir gestir
Nógvar fyritøkur velja nú at halda síni skeið á Gjáargarði, og annars eru tað familjur og áhugafeløg av ymiskum slagi sum gera brúk av rúmligu umstøðunum í húsinum, og har møguleiki eisini er fyri fullum kostarhaldi.
Her koma bæði barnagarðar, orkestur, bindiklubbar, kristnar samkomur og stovnar, og ítróttarfeløg. Uppaftur onnur velja at leggja leiðina til Gjáar, tá ein útferð í vøkru náttúru okkara skal gerast.
Til tess at gera umstøðurnar enn betri hjá áhugafeløgum og líknandi er samstarv fingið við bygdarhúsið, soleiðis at tey kunnu búgva á Gjáargarði, meðan venjingarnar fara fram í bygdarhúsinum.
Tí kann ein av og á hoyra hornblástur ella rokktónleik í bygdarhúsinum, ella ein sær sveittandi judofólk svala sær á uttanfyri, samstundis sum tey eta og sova í gistingarhúsinum.
Gjáargarður hevur eisini verið karmur um hátíðardagar. Her hava tískil verið hildin silvurbrúdleyp og føðingardagar, tá fólk eru vorðin bæði 70 og 100 ár!

Gott at tey steðga
Tað er kortini summarið er grundarlagið undir rakstrinum av Gjáargarði.
So skjótt sum Norrøna byrjar at sigla, leita tey fyrstu fremmandu ferðafólkini sær til Gjáar.
Mong teirra koma úr Danmark mánamorgun og fara so víðari til Íslands mikudag.
 Tey eru tí noydd at steðga í Føroyum í tveir dagar. Og tað er bara gott fyri okkum, sigur ein altíð smílandi Eirik Suni.
Nógvir bólkar vitja eisini Gjáargarð. Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at húsið er gjørt til at kunna hýsa nógvum fólkum samstundis undir góðum umstøðum.
Beint eftir at Eirik Suni var vorðin dagligur leiðari á Gjáargarði byrjaði hann at fremja ymiskar broytingar við húsinum.
Eitt tað fyrsta var at gera ein annan køk, soleiðis at fólk kundu hava møguleika at keypa sær ein døgurðabita.

Í annað umhvørvi
Hóast onkur vil halda, at Gjógv liggur ov langt burtur frá miðstaðarøkinum, so er Eirik Suni ikki samdur í tí.
 Gjógv er ikki eitt fjarskotið stað. Tað liggur so passaliga langt burtur frá Havnini, men kortini ikki ov langt.
 Tað er bara ein tími at koyra. Men so kanst tú eisini kopla fullkomuliga frá øllum tí dagliga og bara njóta ta vøkru náttúruna her norðuri, sigur hann.
Serliga tey sum hava verið á skeiðum siga just tað sama: Tey koma burtur úr sínum vanliga umhvørvi, og fáa nógv meiri burtur úr, tá skeiðið verður hildið við Gjógv.
 Onkur hevur enntá í spølni sagt, at tað gjørdi einki um fartelefonin ikki rakk til Gjáar. Teimum dámar tann serstaka friðin, sum er her norðuri og ta sera vøkru náttúruna, sum tey hava beint uttanfyri dyrnar, sigur hann.

Koma aftur og aftur
Ein annar fyrimunur við hesum stóra gistingarhúsinum er, at fólk kunnu sjálvi velja á hvørjum støði tey vilja búgva.
 Vit hava nevniliga gjørt tað soleiðis, at fólk hava møguleika at gista undir ymiskum umstøðum. Hetta ber til, tí at Gjáargarður bæði er vallaraheim og gistingarhús, og tí fólk hava møguleika at gista í tjaldi ella húsvogni.
 Tí hava fólk møguleika at gista bíligt og dýrt. Og tað ger at fleiri kunnu koma higar at gista, sigur Eirik Suni.
Hinvegin so vísir tað seg, at fólk koma aftur og aftur á Gjáargarð. Tænastan er eftir øllum at døma so mikið góð, at tey einki hava ímóti at koma aftur eina aðru ferð.
 Hetta er eisini tann besta reklaman, sum vit kunnu fáa, sigur hann.
Hóast veturin ikki er tann besta tíðin til ferðavinnu í Føroyum, so letur Eirik Suni bara væl at útlitinun fyri heystið.
 Og fólk vilja veruliga koma til Gjáar at búgva. Vit hava tí longu fingið onkrar bíleggingar heilt fram til 2007!, sigur hann.



Vánaligt ferðasamband
Eins og aðrastaðni kring landið, so er samferðslukervið av avgerandi týdning fyri menningina av einumhvørjum staði.
Soleiðis er eisini við Gjógv. Men her vísir tað seg sum at sambandið við umheimin kundi verið munandi betri.
Støðan er hon, at skalt tú til Gjáar við bussi, so mást tú fara úr Havnini kl. 6 á morgni og mást fara aftur tíðliga seinnapartin.
Hetta er sjálvandi ein ótolandi støða hjá mongum, men tað ringasta er kortini tað, at tú í fyrsta lagi mást boða frá, um tú skalt við bussinum seinnapartin.
Og í øðrum lagi liggur ferðaætlanin soleiðis, at als eingin túrur verður koyrdur til Gjáar leygardag og sunnudag.
 Fyri okkum hevði tað tí verið ynskiligt við munandi betri bussambandi.
 Tí tað átti ikki at verið nøkur orsøk hjá fólki at verða noydd at fara aftur til húsa tíðliga seinnapartin, sigur Eirik Suni.




Koyritúrurin er ein uppliving í sær sjálvum

Skeið
Snorri Brend

Gjáargarður: Henda dagin vit vitjaðu Gjáargarð, vóru umboð fyri Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum (IRF) og umboð fyri Tórshavnar Kommunu og Kommunalu Orku og Brennistøðina (KOB) á skeiði saman enn einaferð.
Skeiðið, har eini 15 fólk tóku lut, snúði seg í stuttum um, hvussu ein best skipar umhvørvisstýringina í báðum teimum føroysku brennistøðunum  henni í Leirvík og teirri í Havn.
At ein so hevði valt at leggja skeiðið við Gjógv, tað var ikki av tilvild. Staðið er nevniliga vælegnað til slík skeið.
 Tað er sera gott at koma higar  burtur frá øllum tí vanliga í gerandisdegnum. Her er gott pláss, her er vakurt og friðarlig.
 Ja, staðið er bara perfekt. Bara koyritúrurin higar er eitt upplivilsi í sær sjálvum, segði stjórin í brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík, Hans Andreas Joensen.
Skeiðið vardi bert henda eina dagin. Skeiðsleiðari var Johan Strandorf frá Norsk Veritas.

1 mynd