Besta mansliðið hjá fótbóltsfelagnum FF Giza, og kvinnuliðið hjá FF Giza hava tikið lut í einari fótbóltskapping í Katalania, sum nevnist Copa Catalunya.
Millum hini luttakandi londunum vóru m.a. Spania, Italia, India, Svøriki, Noreg, Týskland, USA, Canada, Grikkaland og Egyptaland. Egyptarnir vóru ikki lítið kløkkir av navninum hjá tí føroyska liðnum, sum jú er úr Egyptalandi.
Fyrsti dysturin hjá mansliðnum var ímóti FC Arenys. Dysturin endaði 1-1. Allan Hansen skoraði fyri Giza. Næsti dysturin var ímóti FF Lloret de Mar. Hesin dysturin endaði eisini við javnleiki. Úrslitið var 2-2. Rúni Vørmadal og Bjørgvin Lenvig skutu málini hjá Giza. Triði dysturin var ímóti FC Susannec. Hann endaði eisini við javnleiki 0-0. Giza endaði sum nummar trý í bólkinum, men liðið kann kortini reypa, at teir eru ósigraðir í einari altjóða kapping.
Minni hugaligt var hjá kvinnunum hjá FF Giza, sum taptu 9-0 ímóti FC La Roca, 9-0 ímóti FC Lloret de Mar og 7-0 ímóti FC Susannec.