Besta liðið hjá Giza/Hoyvík er á venjingarlegu í Íslandi hetta vikuskiftið. Góðu innandura karmarnir við fótbóltshallum freista føroysk lið at leita sær til Íslands á venjingarlegu.
Ígjár spældi 1. deildarliðið hjá Giza/Hoyvík venjingardyst ímóti ÍR, sum er eitt av betru liðunum í triðbestu, íslendsku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við einum 5-1 sigri til ÍR.
Tað var tó unga høvuðstaðarliðið, ið fekk ta bestu byrjanina. Bogi Hermansen legði Giza/Hoyvík á odda við tí, sum facebooksíðan hjá Giza/Hoyvík metir verða eitt dreymahøgg av einum frísparksmáli.
Víðari skrivar facebooksíðan hjá Giza/Hoyvík: Jauvarnir koma tó innaftur í dystin við tveimum brotsspørkum, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 2-1 til heimaliðið.
Seinni hálvleikur var merktur av tí, sum eigur at vera veikleikin enn, nemliga orkan umframt at nógvar útskiftingar órógva eitthvørt.Tað komu 3 mál aftrat ígjøgnum, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 5-1.
Í stuttari viðmerking staðfestir Frankie Jensen, høvuðsvenjari, at ÍR var eitt betri lið, kanska serliga tí teir vóru so mikið væl fyri. Teir byrjaðu venjing hálvan november og hava longu leikt eina vetrarkapping. Tvey bíllig bortsspark hjálptu ei heldur okkara søk. Men samanumtikið ein góður venjingardystur, góð uppliving og ikki minst fantastiskt at uppliva fantastisku karmarnar í eini flottari fótbóltshøll, skrivar facebooksíðan hjá Giza/Hoyvík.
Í kvøld er venjing á skránni, og sunnukvøldið spælir Giza/Hoyvík venjingardyst ímóti eykaliðnum hjá ÍBV.
(Mynd: Giza/Hoyvík)











