Giza Hoyvík longri frá botninum

Tað tók langa tíð, áðrenn tað eydnaðist at fáa hol á, men tað endaði við trivaligum sigri ímóti ÍF

Tað varð roknað við, at Giza Hoyvík fór at vinna trý stig á heimavølli, tá ið næstbesta ÍF liðið í kvøld vitjaði í Hoyvík, og soleiðis endaði tað. Giza Hoyvík vann 4-1, og harvið lyfti Giza Hoyvík seg longri frá hóttanini av niðurflyting, sum er felags fyri Suðringar, B36 og Giza Hoyvík.

 

Tijani Mohammed legði heimaliðið framum eftir fína fríspæling, sum ein av spildurnýggju monnunum, Óli Hansen, syrgdi fyri, og tað var hálvleiksstøðan.

 

Eftir steðgin hevði heimaliðið nógvar møguleikar, men tað var ÍF sum javnaði, tá ið Gunnar Christiansen skoraði. Hetta var ein tann fyrsta – kanska tann fyrsta yvirhøvur – royndin hjá fuglfirðingum ímóti heimamálinum.

 

Tá var Giza Hoyvík undirmannað, tí Niclas Fríðrikur Joensen hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið eisini tað reyða.

Kortini eydnaðist tað undirmannaða heimaliðnum at skora trý mál og harvið at vinna 4-1. Málskjúttar vóru Niklas Fríði Jakobsen og Jósup Henriksen, sum skoraði tvey tey síðstu málini.