Um vikuskiftið verður fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Ein dystur er framskundaður til leygardagin klokkan 17. Tað er dysturin millum felagsliðini Giza/Hoyvík og EB/Streym, sum verður á niðara vølli í Gundadali.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður um vikuskiftið. Mest spennandi dysturin tykist verða í Gundadali millum B36 og Víking. EB/Streymur, NSÍ, ÍF, 07 Vestur, KÍ, FC Suðuroy og HB eru øll greiðir favorittar at vinna sínar dystir.
Undir greinini ber til at síggja hvat Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á landsliðnum, væntar av fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
Løgmanssteypið 1.umfar:
Leygardagin 13.apríl
Giza/Hoyvík - EB/Streymur (17.00)
Sunnudagin 14.apríl
FC Suðuroy Undrið (14.45)
B36 Víkingur (17.00)
AB ÍF (15.00)
NSÍ TB (15.00)
Skála - 07 Vestur (15.00)
B68 KÍ (15.00)
B71 HB (16.00)
Mynd: (Christian Johannessen/ChristianJohannesenPhotography) Fróði Vang(t.h) í dysti við MB í undan umfarinum til kappingina til Løgmanssteypið