Givin í Hoydølum – hvat nú?

Bergtóra Høgnadóttir
----------
Í ár eru nógv fleiri miðnámsskúlanæmingar givnir í Hoydølum enn undanfarin ár. Tá skúlaárið byrjaði vóru 700 næmingar í Hoydølum – nú eru 670, sambært grein í Sosialinum í farnu viku. Sostatt er meir enn ein heilur skúlaflokkur givin! Skilti í greinini, at ein partur av orsøkini var, at tey ungu nú bert fingu tvær ávaringar, áðrenn tey mistu rættin at ganga í skúla.
Sólarklárt er nú, at tað er ikki nóg mikið bert at siga: allir skikkaðir umsøkjarir sleppa á miðnámsskúla. Gamaní er tað eitt framstig, men hvussu nógv er vunnið hjá teimum sum gevast? Hvørjar møguleikar hava tey? Vit mugu vakna og gera verulig átøk, so tey ungu hava ein meiningsfullan gerandisdag við fjølbroyttum møguleikum – eisini um miðnámsskúlin ikki var tað rætta. Ella kann miðnámsskúlin kanska eisini gerast meir fjølbroyttur? Eg vóni, at mentamálaráðið eftirmetir skúlaárið við miðnámsskúlanæmingar og ikki minst lestrarvegleiðarar.
Avbjóðingarnar
Ungu dreingirnir og genturnar, sum onkusvegna gevast teljast millum tey, sum hava truplast við at fáa eitt starv. Orsøkirnar eru fleiri:
Tey ungu hava ofta ongar arbeiðsroyndir at vísa á
80% av teimum sum eru arbeiðsleys hava onga útbúgving
Lættari er at fáa starv um ein longu hevur eitt starv
Neyvan er sjálvsálitið í ‘topp’, tá tey júst eru vrakað ella sjálvi hava valt at gevast í Hoydølum
Óhugnalig fá alternativ eru sum er í Føroyum


Hvørjir møguleikar hava tey sum er?
Tey sum eru givin í Hoydølum er neyvan 18 ár og eru sostatt ikki skrásett nakra staðni – eingin sendir boð eftir teimum - og rættindi til útgjald frá ALS ella Almannastovuni hava tey oftast heldur ikki. Lærlingaplássini eru órímiliga fá í tali. Soleiðis kunnu hesi ungu menniskju nú fáa kensluna av, at eingin í samfelagnum veruliga VIL tey.
Møguleikarnir tey áttu at fingið
Talið á lærlingum hjá almennum arbeiðsgevarum kunnu teljast á tveimum hondum, hóast lærupláss avbera væl kundu verið ein gongd leið hjá teimum, sum onkusvegna ikki halda miðnámsskúla vera rætta leiðin. Ella um hin ungi heldur vil hava eina útbúgving, sum er meiri praktisk enn teoretisk. Dugni, skúlin við Àir sum er einasti skúlin til teirra sum hava avbjóðingar fysiskt, psykiskt ella sosialt rúmar bert einum av trimum umsøkjarum við verandi játtan.
Eisini eigur at verða gjørligt, hjá øðrum enn elituni at taka studentsprógv upp á 4 ár. Slíkt tilboð kundu eitt nú ungir stakir uppihaldarar havt gagn av. Eisini nøkur teirra sum hava ávísar avbjóðingar: fysiskt, sálarliga ella sosialt. Havi skilt, at møguleikin fyri at taka nakrar einkultar lærugreinar í senn heldur ikki er ein møguleiki – uttan so at fólk eru sjálvlesandi. Haldi hetta ljóðar eitt sindur stirvið.
Kann ímynda mær, at nøkur teirra sum søkja inn á miðnámsskúlan sum tíðirnar eru velja hettta, tí eingi alternativ eru. Tí kundi kanska eisini verið eitt hugskot, um fólk í størri mun vera latin í til aftur at seta seg á skúlabonk – hugsi um summarskeið í ávísum lærugreinum ella kanska samrøður um okkurt er sum skal ‘vendast’, áðrenn tey eru púra klár at seta seg á skúlabonk.
Framtíðin
Fyri lítlum ári síðani var latið landsstýrinum eitt álit um, hvussu ungdómsarbeiðsloysið kundi fyribyrgjast og gerast minni í Føroyum - longu áðrenn handanina var avgerð tikin um fleiri miðnámsskúlapláss og nýggja ALSlógin hevði latið upp fyri møguleikanum um virkisprakitikk, sum tíbetur er vorðin veruleiki. Sostatt kann staðfestast, at eingi nýbrot ella átøk eru gjørd til tess at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysinum í Føroyum eftir at álitið er handað. Tjóðveldi hevur roynt at víst á møguleikar fyri fleiri prakitkk -og lærlingaplássum. Vit halda tað vera rímiligt at seta krøv bæði til privatar og almennar arbeiðsgevarar. Ikki minst, tá talan er um stórar verkætlanir. Hesi eri uppskot er tó feld.
Ungu menniskjuni eru fjølbroytt og tað er ein styrki – tí má útboðið og møguleikar teirra eisini vera fjølbroyttir. Tí er av alstórum týdningi at tryggja, at tey hava kensluna av at brúk er fyri teimum. Til tess at fyribyrgja at óhepna gongdin heldur áfram setir undirritaða landsstýriskvinnuni í mentamálum hesar spurningar:
1. Hvussu nógv eru givin í miðnámsskúlunum í Føroyum skúlaárið 2010 – 11?
2. Hvørjar eru orsøkirnar til at so nógv eru givin?
3. Eru átøk gjørd til tess at fyribyrgja at so nógv gevast?
4. Eru ætlanir um at eftirmeta hetta við eitt nú lestrarvegleiðarunum og næmingum í miðnámsskúlunum?
5. Àtti kunngerðin at blivi broytt, so til bar at taka nøkur einkultfak í senn uttan at vera sjálvlesandi?
6. Átti møguleiki at verið hjá øðrum enn elituni at tikið studentsprógv upp á 4 ár?
7. Hví fáa næmingar í dag færri ávaringaqr enn áður, áðrenn tey missa lesrtarpláss sítt?
8. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað ítøkiligt til tess at skapa fleiri lærupláss hjá bæði almennum og privatum arbeiðsgevarum?