Fyrrverandi borgarstjórin í New York Rudy Giuliani ætlar at royna at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum. Rudy Giuliani hevur nú latið valnevndini eina fráboðan um, at hann ætlar sær at gerast valevni hjá republikanska flokkinum á næsta forsetavali.
Giuliani var borgarstjóri í New York, tá World Trade Center varð álopið í september í 2001, og hann bleiv mettur sum maðurin, ið bjargaði býnum.
Politiskt verður hann roknaður at hoyra til vinstravongin í republikanska flokkinum.
Frammanundan hava senatorurin John McCain og fyrrverandi guvernørurin Mitt Romney sagt, at teir vilja fegnir stilla upp fyri republikanararnar á forsetavalinum næsta ár.