Gittarsnillingurin Hans Carl Hansen farin

Týsdagin bórust deyðsboðini av gittarsnillinginum Hans Carl Hansen í Havn, sum doyði 65 ára gamal.

Hans Carl er kendur við gittarinum, og hann gjørdi vart við seg í tónleikalívinum í Havn og í Klaksvík, har hann m. a. er kendur úr rokkbólkinum Straigt Ahead.

Hann eigur eisini trý børn, sum eru kendir tónleikarar: Guðrið Hansdóttir, Bjarka Hansen og Fróða Hansen.

Filmsbrotið niðanfyri hevur Erik Biskopstø í Klaksvík lagt út, og hann skrivar soleiðis:

Hans Carl Hansen - Albatross

Týsdagin andaðist guitarlegendan, Hans Carl Hansen. Eg kom at kenna hann eitt sindur í 2002, tá ið eg hjálpti til at samskipa eina guitarkonsert, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum. Hann var ein ógvuliga eyðmjúkur og mildur maður við stórum talenti. Hansara guitarspæl livir víðari á m.a. útgávum hjá Straight Ahead. Tíbetur eydnaðist at filma guitarkonsertina, og her framførir Hans Carl lagið Albatross hjá Fleetwood Mac. Má Harrin troysta hansara nærmastu og okkum øll, nú Føroyar hava mist eina av sínum guitarhetjum.

##med2##