Gistingarhúsini fáa stjørnur

Føroysku gistingarhúsini verða í næstum støðismett eftir donsku HORESTA skipanini. Tað merkir, at tey fara at fáa stjørnur, eftir hvussu støðið er

Føroysku gistingarhúsini verða nú støðismett eftir danskari skipan, sum gevur stjørnur eftir, hvussu fysiska støðið er. Fyrr hava tey verið mett eftir skotskari skipan, ið gongur eftir tænastuni.
Jeffrei Johannesen, leiðari á Hotel Tórshavn, Tórshavnar Sjómansheimi, er formaður í Gistingarhús og matstovufelagnum. Hann sigur, at í heyst var ein maður frá donsku HORESTA skipanini í Føroyum og metti um støðið á føroysku gistingarhúsunum. Hann gav ikki stjørnur á hesi ferðini, men kom við vegleiðingum og greiddi frá teimum krøvum, sum sett verða teimum gistingarhúsum, ið eru við í skipanini.
Tað eru nevniliga ikki øll tey føroysku gistingarhúsini, ið hava havt vitjan av hesum eftirlitsmanninum, sigur Jeffrei Johannesen. Summi teirra heildu best vera at bíða eina tíð og síggja, hvussu onnur vórðu støðismett, áðrenn tey meldaðu til, sigur hann.
Øll gistingarhúsini, hesin eftirlitsmaðurin vitjaði, kenna krøvini, sett verða teimum, sigur Jeffrei Johannesen, og nú verður so bíðað eftir, at eftirlitið kemur aftur einaferð í vár og rættiliga fer at døma hotellini og geva teimum stjørnur hareftir.
Tað eru í fyrsta umfari bara hotell, sum eru við í støðismetingini hjá HORESTA. Matsovurnar eru ikki við enn, sigur formaðurin í felagnum hjá gistingarhúsum og matstovum.
Jeffrei Johannesen sigur, at støðið á føroysku gistingarhúsunum er bara heilt hampiligt. Vit kunnu væl vera við í altjóða metingum, sigur hann.
Hann heldur ikki, at nøkur grund er til at fara at tillaga føroysku gistingarhúsini til nakra serføroyska skipan. Vit vilja verða altjóða mett, og tí skulu vit eisini hava gistingarhús á sama støði, sum onnur lond hava.
Hann metir donsku skipanina at vera góða. Eitt nú hava bæði sviar og íslendingar eisini støðismett síni hotell eftir hesi skipanini, vísir hann á.
Fleiri av føroysku hotellunum hava longu stjørnur, sum fingnar eru eftir eini skotskari skipan. Tey vórðu støðismett fyri nøkrum árum síðan, og tey klára eisini øll hesi krøvini enn.
Men hendan skipanin gekk meira upp á tænastuna. Tann danska gongur hinvegin upp á tað fysiska, so sum hvussu nógv øskubikar skulu vera, ella hvussu baðirúmið skal síggja út o.s.fr. sigur Jeffrei Johannesen.