Gistingarhús og matstovur fyri at bjarga Smyril Line

Hóast tey flestu av teimum, sum vórðu kallað inn til fíggjarnevnina og vinnunevndina í gjár vendu tumlunum niðureftir mótvegis bjargingarætlanini fyri Smyril Line, so hevði Gistingarhús- og Matstovufelagið aðra hugsan

- Felagið vil undirstrika, at tað er av alstórum týdningi fyri vinnuna at hava eina slíka farleið, sum er bygd upp gjøgnum síðstu nógvu árini, sigur Gistingarhús- og matstovufelagið, sum heitir á løgtingi um ikki at lata farleiðina detta niðurfyri, so vit koma at standa uttan sjóvegis samband við útheimin.

Felagið heldur, at tað er sera umráðandi, at vit ikki minka um ferðafólkatalið, og at vit skulu minnast til, at ferðavinnan er ein vinna, har útlendingurin leggur pening eftir til landið.

- Smyril Line hevur nú avgjørt at broyta ferðaætlanina soleiðis, at Noreg og Skotland verða tikin úr ferðaætlanini. Vit harmast um, at man tekur ferðamál burtur úr ferðaætlanini, sum hava verið undir uppbygging í fleiri ár, við til at fáa ferðafólk hendavegin, og vónandi verða ruturnar tiknar uppaftur seinni, sigur felagið.

Felagið sigur eisini, at um løgtingið setur pengar í Smyril Line, so fegnast tey um, at ferðaætlanin verður broytt soleiðis, at siglt verður til Danmark tvær ferðir um vikuna, og gevur hettar sostatt ein betur regularitet til meginlandið.

- Vit vita eisini, at nógv tann størsti parturin av ferðafólkunum koma úr ella via Danmark. Tað, sum hóast alt er mest avgerandi fyri okkum er, at fleiri ferðafólk koma til landið, tí vit hava stóran hotelkapacitet tøkan eisini um summarið, sigur Gistingarhús- og Matstovufelagið í sínum viðmerkingum til Vinnunevnd Løgtingsins. Skrivað undir viðmerkingar hevur Ása Johnsdóttir, forkvinna Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya. Ása Johnsdóttir er stjóri á Hotel Hafnia í Havn.