Ægir sett nýggjan venjara

Jóhan Martin Poulsen úr Saltangará er settur sum nýggjur venjari hjá Svimjifelagnum Ægir í Klaksvík.

 

Johan Martin er 27 ára gamal, og hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið, umframt at hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.

 

Johan Martin skal venja 1. lið og 2. lið hjá Ægir, og harafturat skal hann vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá Ægir.

 

Johan Martin tekur við sum venjari hjá Ægir tann 1. august í ár.