Ægir savnar gamlar myndir

Svimjifelagið Ægir í Klaksvík fyllir 30 ár í januar. Fleiri av eldru svimjarunum hjá felagnum eru farnir í holt við at skipa fyri hátíðarhaldinum. Millum annað eru tey farin í holt við at savna gamlar myndir inn, sum ætlanin er skulu heingjast upp til framsýning

Klaksvík:
Tann 12. januar 1975 var stovnandi aðalfundur av svimjufelagnum í Klaksvík. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin.
Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði fingist við.
Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir?.
Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægi. Felagið varð bygt upp gjøgnum sjeytiárini, og hevur vunnið heilt nógv í áttatiárunum. Men seinnu árini hava úrslitini ikki verið so sannførandi, men lív er kortini í felagnum.
Og nú felagið nærkast teimum trýati í stórum, eru fleiri av teimum eldru eldsálunum farnar í gongd við at skipa fyri hátíðarhaldinum.
Millum annað vilja fyrireikararnir fegnar hava, at fólk, ið eiga gamlar myndir frá svimjikappingum ella hvat tað nú skal vera, koma í svimjihøllina við teimum.
? Hetta er fyri, at vit skulu hava so nógvar myndir sum tilber. Tað er altíð stuttligt at síggja gamlar myndir, siga tær tríggjar Elisabeth Akursmørk, Hedvig og Elin Matras. Allar tríggjar svumu sjálvar tann tíð, tað var. Um fólk hava myndir, kunnu tey bara fara í svimjihøllina við teimum.
Sjálvur føðingardagurin er 12. januar, men hátíðarhaldið verður ikki fyrr enn 22.januar. Felagið hevur bæði Skálan og svimjihøllina til tann dagin. Um dagin verður høvi hjá øllum áhugaðum at fara ein túr í føðingardag, har pinnamatur verður, og myndirnar liggja frammi.
Um kvøldið verður so veitsla fyri innbodnum umboðum úr hinum feløgum í landinum verða við. Til ta veitstluna kunnu so eisini gamlir venjarar og svimjarar kunnu tekna seg.