Gingu á vatninum

Vatnið á Eiðinum í Vági er fryst og fólk hugna sær við skoytum og við at ganga á ísinum.

Í kuldanum í hesum døgum er ikki løgið, at vøtn og tjarnir frysta.

 

 

Soleiðis er eisini á Eiðinum í Vági, har Vatnið er fryst. Kanska er tað tí, at tað kann ganga rúm tíð ímillum, at hetta hendir, at maður fer av husi, og vestur á Vatnið. 

 

 

Í øllum døgum savnaðust nógv fólk  í dag - ikki við  Vatnið, men á Vatninum. Onkur stóð á skoytum, meðan onnur gingu ein túr á ísinum. Fleiri nýttu høvið at ganga út á hólman, ið er miðskeiðis á Vatninum.

 

 

Fleiri eldri fólk leitaðu sær framvið í bili, og í práti millum manna mintust hesi á farnar dagar, tá tey skoytaðu á Vágsvatni, og ikki sørt at tikið varð til, sum so mangan, at meira kavi var fyrr, og at tað oftari kom fyri tá, at vatn frysti til ís.

 

 

Myndirnar omanfyri eru tiknar á Eiðinum í Vági í dag.