Fiskivinna
Tað hevur gingið hampiliga væl hjá nýggju trolarunum hjá P/F Beta, Baki og Stelki, síðan skipini komu í føroyska fiskiskipaflotan stutt fyri árslok 2002.
Skipini gjørdu ein túr fyri jól, men hetta var í stóran mun ein royndartúrur, har reiðskapur og útgerðin annars vórðu roynd.
Síðan vórðu Bakur og Stelkur eins og onnur skip í flotanum rakt av verkfalli, sum vardi nakað út í januar.
Góður túrur
Ragnar Olsen sigur, at skipini hava gjørt einar 4-5 túrar higartil í ár, og tann besti av hesum gav 360.000 pund, meginparturin upsi. Tað er ein góður ísfiskatúrur.
- Skipini eru góð og hava roynst væl í tí buldrasliga veðrinum, sum verið hevur í seinastuni.
Hann vísir á, at Bakur og Stelkur kunnu fiska í munandi verri veðri enn tey gomlu skipini kunnu, og tað man fara at síggjast aftur, tá ið árið er úti.
Stórir pavnar
Sum skilst, hava spøl, trol og fiskireiðskapurin annars riggað væl, og tólini á brúnni hava eisini virkað eftir ætlan.
- Trupulleikar hava tó verið við móttøku-og vaskipavnunum á tann hátt, at fiskurin hevur rósað ov nógv og verið ov sjórikin at síggja til, tá ið hann er landaður. Hesir pavnar eru stórir, og tí hava vit nú fingið skottað teir upp, so fiskurin í teimum ikki ferðast ov nógv aftur og fram.
Ragnar Olsen sigur, at fyrst varð eitt skott sett í móttøkupavnin og síðan eitt aftrat.
- Vaskipavnurtin er langur og smalur, og tá ið skipið setir, ferðast fiskurin ov nógv. Tí hevur eisini verið neyðugt at seta skott í vaskipavnin, sigur hann.