Toppliðið í donskum fótbólti, AaB, fer í kvøld at spæla á útivølli í Viborg. Hetta er fyrsti dysturin í 27. umfari. Undan hesum umfarinum er AaB fýra stig frammanfyri næsta kappingarneytan, sum er FCM. Um tað í kvøld eydnast AaB at vinna, so verður stórt fet tikið fram ímóti meistaraheitinum, sum serfrøðingar í donskum fótbólti nú meta, at AaB er stórfavorittur at vinna.
Føroyski landsliðsspælarin Gilli Sørensen er partur av AaB liðnum, men hann verður ikki í hópinum í kvøld. Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so er Gilli sjúkur og harvið ikki førur fyri at spæla.
Fyri Gilla er hetta sjálvandi harmuligt, serliga tá ið fleiri av hinum framrættaðu monnunum, ið sum oftast eiga pláss millum teir fyrstu ellivu, ikki eru tøkir, tí teir eru skaddir.
Fyrsta bríkslið í Viborg í kvøld verður klokkan 19.










