Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Odd vunnu 2-1 á Jerv í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Adama Diomande legði Odd á odda longu í sjeynda minutti, men bert fýra minuttir seinni javnaði Jerv til 1-1. Beint undan steðginum skoraði Odin Luras Bjørtuft sigursmálið fyri Odd.
Odd hevur vunnið sær sjey stig í trimum teimum seinastu dystunum, og eru teir nummar níggju í deildini við 27 stigum.
Komandi leygardag spælir Odd móti Sandefjord á útivølli. Sandefjord liggur triðaftast við 22 stigum, og hevði ein sigur tí gagnað Odd sera væl.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Jerv.











