Gilli Rólantsson slapp at spæla allan seinna hálvleik tá lið hansara, Brann Bergen á útivølli tapti heili 0-5 móti oddaliðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Bodø/Glimt.
Í fyrra hálvleiki var reint galið hjá Brann Bergen. Tá skoraði heimaliðið ikki færri enn fýra mál, og alt var avgjørt í fyrra hálvleiki.
Gilli kom á vøllin fyri Taijo Teniste, og í tað bleiv ikki verri enn ilt í seinna hálvleiki. Heimaliðið fekk bert eitt mál í seinna hálvleiki, men framvegis sá heildarmyndin hjá Brann Bergen ræðulig út, og liðið fær eisini av at vita í lokalu miðlunum í Bergen, serliga fyri manglandi avrikið í fyrra hálvleiki.
Bodø/Glimt - Brann 5-0 (4-0)
1-0: Kasper Junker (7.)
2-0: Kasper Junker (12.)
3-0: Philip Zinckernagel (32 str.)
4-0: Ulrik Saltnes (34.)
5-0: Kasper Junker (54.)
Brann Bergen liggur á einum fjórða plássi við 10 stigum fyri seks dystir. Bodø/Glimt er oddalið við fullum stigatali, 18 stig fyri seks dystir. Molde er nummar tvey við 16 stigum.
Komandi sunnudag tekur Brann Bergen móti Sandefjord á Brann leikvøllinum í Bergen. Sandefjord liggur aftast við fýra stigum, so tá skuldi verið góður møguleiki fyri sigri hjá Gilla og liðfeløgunum.











