Um Brann heldur 1-0 leiðsluna ímóti Ruzomberok úr Slovakia gongur leiðin til Goodison Park, og Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir sleppa at royna seg á einum kendum Premier League leikvølli.
Tað er greitt nú lutakast hevur verið til triðja undanumfarið í Europa League.
Um Brann megnar at halda leiðsluna ímóti Ruzomberok, og vinna seg víðari til triðja undanumfarið verður fyrri dysturin á kenda Goodison Park leikvøllinum í Liverpool, og seinni dysturin verður á Brann leikvøllinum í Bergen.
Dysturin á Goodison Park verður leiktur 27. juli, og returdysturin í Bergen verður leiktur 3. august.
Brann hevur tó ikki góð minnir ímóti Everton í Europa League kappingini. Í 2008 tapti Brann samanlagt 1-8 ímóti Everton. Everton vann 2-0 á Brann leikvøllinum í Bergen, og heili 6-1 á heimavølli á Goodison Park.
Serfrøðingarnir í norsku miðlunum halda talan verða um eitt vánaligt ítróttarligt lutakast fyri Brann. Fíggjarliga og upplivingarliga er tó talan um eitt gott lutakast, sambært somu fólkum.
Sjálvt um Brann er mitt í norska kappingarárinum, og Everton er í holt við uppstartin, so er semja um, at Everton verður ein greiður favorittur ímóti Brann, um Brann vinnur seg til triðja undanumfarið.