AaB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við føroyska landsliðsspælaran Gilla Sørensen. Sáttmálin gongur nú fram til juni ultimo 2018.
- Gilli hevði fleiri skaðar at dragast við í byrjanini, tá hann skifti til Aab. Nú hevur hann verið skaðafríur í eina tíð og tað sæst aftur á avrikunum. Vit hava eina vón um, at Gilli kann halda fram við at menna seg. Serliga er tað nógva ferðin, sum ger tað torført hjá mótstøðuliðnum, at hann fáa bilbugt við, sigur Allan Gaarde, ítróttarstjóri í AaB.
22 ára gamli Gilli Sørensen hevur spælt 10 dystir AaB.