TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gilla R. Sørensen aftaná 0-2 tapið hjá føroyska A-landsliðnum ímóti Sveis á Tórsvølli.
Gilli R. Sørensen er argur um bæði seg sjálvan, og um ymiskt av tí sum hendi undir dystinum. Hann ásannar, at tað var sinnalagið, sum kostaði honum eitt býtt gult kort, tá hann óneyðuga sparkaði ein bólt burtur, tá hann ikki fekk ein dóm við sær.
Gilli R. Sørensen er heldur ikki nøgdur við, at hann ikki meddar til ímóti málinum, tá hann kemur í góðar skotstøður. Hann sigur seg hava arbeitt við hesum partinum av spælinum í Brann Bergen, men arbeiðið er ikki liðugt enn.