Gilli Rólantsson er við í hópinum hjá AaB, sum í ársins fyrsta superligadysti teirra skal á vitjan hjá meistarunum í FC Midtjylland.
Spenningurin hevur verið stórur, um Gilli Rólantsson í vetrarsteðginum hevur megnað at vunnið sær kappingina um plássið á bakkinum.
Nógv bendir á, at hann ikki hevur spælt seg nærri liðnum, tí í dystinum, sum byrjar nú kl.18.00, byrjar Gilli á beinkinum.