Giljagarður hevur 10 ár á baki

Í morgin bjóðar eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík til móttøku, nú 10 ár eru liðin, síðan stovnurin læt upp.

Í samband við, at tað í september í ár eru liðin 10 ár, síðan Giljagarður í Leirvík læt upp, verður bjóðað til móttøku á sambýlinum í morgin, hósdagin 18. september frá klokkan 15-17.

 

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Karl Joensen úr Søldarfirði, umboð fyri avvarðandi, fara at bera fram røðu. Unn Justinussen, leiðari fyri eldrasambýlini í Eysturkommunu, fer eisini at siga nøkur orð um Giljagarð.

 

Við móttøkuna verður felagssangur og sangframførsla við Paulu Gaard og Bárði á Lakjuni, og borðreitt verður við einum drekkamunni og føðingardagskaku.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at halda dagin saman við okkum á Giljagarði, siga tey, sum standa aftan fyri móttøkutiltakið í Leirvík.