Øgiligur uppgangur á Eiði

Ódnarveðrið Caroline hevur fyrrapartin herjað Føroyar, og serliga er støðan ógvuslig í Gøtu og Fuglafirði, har sløkkilið og bjargingarfeløg hava havt úr at gera.


Á Eiði hevur vindurin ikki gjørt so nógv um seg, men uppgangurin er so nógvur á Mølini, at tað er trupult at síggja mun millum vatn og sjógv.


Martin Kúrberg, er leiðari fyri Eiðis Camping, ið heldur til á gamla fótbóltsvøllinum á Eiði. Hann hevur tikið hesar myndirnar í morgun, ið vísa hvussu støðan er á Eiði.