Øgiliga gleðiligt fyri fólk í Tórshavnar kommunu

Tað er »eitt ótrúliga sterkt signal«, sigur Annika Olsen, borgarstjóri

 

Næsta ár er ætlanin, at Tórshavnar Kommuna skal vera fullkomiliga skuldarfrí. Tað er ætlanin hjá Tórshavnar Býráð, og tey eru longu væl á veg, tí kommunan skyldar bara 16 milliónir sum er og ta skuldina er ætlanin at fáa frá hondini næsta ár.  

 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur havt eitt lán frá LÍV upp á 24,2 milliónir, og eitt annað lán frá Betri upp á 3,1 milliónir. Hon sigur, at hetta eru tvey lán, sum tað hevur verið ómetaliga tvørligt at fáa avtalu um at rinda aftur.

 

Men nú er avtalað fingin um tað, nú hevur býráðið sostatt samtykt at rinda hesi bæði lánini hjá Lív og hjá Betri, aftur Og tá ið tey lánini eru afturgoldin, skyldar kommunan bara 16 milliónir, sum er eitt lán, tey hava hjá BankNordik. Og tað lánið er ætlanin at rinda næsta ár. 

 

Men í hesum sambandi verður gjørt vart við, at skuldin hjá Tórshavnar Havn, er fyri seg, og er sostatt ikki tald við her.

 

Býráðslimir taka undir við, at lánini verða goldin aftur, tí teir síggja einki endamál í at rinda rentur óneyðuga. Teir vísa eisini á, at er skuldin burtur, gevur tað býráðnum eitt heilt annað frælsi til at virka, og at seta tiltøk í verk. 

 

Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum sigur, at tað er einki endamál í sær sjálvum, at rinda lán aftur, tá ið nógv mál liggja á láni, men hinvegin eru ætlanirnar hjá býráðnum á eldraøkinum, ikki klárar at seta í verk enn. Men býráðslimir siga, verður neyðugt at taka lán til at útbyggja eldraøkið fyri, skal býráðið gera tað.

 

Borgarstjórin, og aðrir býráðslimir, vísa á, at nú hava hava tey høvið til at rinda skuldina aftur, og tí eigur býráðið at gera tað. Og er kommunan skuldarfrí, er hon enn betri fyri at taka eitt ódnartak á eldraøkinum. Borgarstjórin heldur eisini, at tað hevði verið ein ógvuliga gleðiligur boðskapur frá Tórshavnar Býráð at kunna kungjørt fyri borgarunum, at kommunan er skuldarfrí.

 

– Tað hevði verið eitt ótrúliga sterkt signal at sent út at vit eru skuldarfrí og sostatt hava fríar ræsur at gera tær íløgur, sum eru neyðugar at gera, sigur hon.