Pero Sore er nú givin í starvinum sum giktalækni á Landssjúkrahúsinum. Upprunaliga hevði einasti giktalæknin í landinum sagt upp til 31. desember. Í tveimum umførum er uppsøgnin útsett, tí Pero Sore vónaði, at ein loysn kundi fáast á málinum, men nú hevur hann mist vónina um, at nøkur loysn finst.
Pero Sore váttar, at síðani 31. mars ikki longur er giktalækni í Føroyum. Í løtuni hevur hann ikki aðrar viðmerkingar.










