Gigni, hevur í ár eitt ørvísi átak á G festivalinum til ungu G-gestirnar
Gigni verður á G ?festivalinum, við eini litfagrari og glaðari plakat, einum faldara og smáum posum, sum innihalda lítlan føroyskan faldara um ung og rúsevnir, ein um um hvat ein skal hugsa um áðrenn sex og 1 kondom.
Boðskapurin hjá Gigni er:
- at hava tað gott og stuttligt, at drekka sum minst, -helst ikki
- men um tey velja at drekka,
- Ítøkilig kunning um hvussu tey kunnu minka um keðiligu árinini av rúsdrekka.
Plakatirnar verða hongdar upp í samstarv við G-festivalin
Faldarar verða lagdir í kunningarhøli
Posarnir hava Gigni klistrimerki á, og liggja á støðum, soleiðis at ung lættliga kunnu taka ein posa frá Gigni.
Kunning um ung og festivalar, er liggur á heimasíðuni hjá Gigni, www.gigni.fo
Tað verða nøkur ung, sum taka sær av átakinum hjá Gigni.
G-fyrireikararnir eru sera jaligir um átaki hjá Gigni, so vit vóna at hetta verður eitt gott átak, fyri at náa ungu fólkini á G, sigur Gigni.