Gigni bjóðar tilboð til børn og ung sum viga ov nógv

Fólkaheilsustýrið er júst komið við eini frágreiðing, sum vísir, at tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum, og at vit nú teljast millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv.

Skúlaárið 2021/22 vórðu tølini fyri øll skúlabørn í 1. og 9. flokki í Føroyum tald saman. Gigni kunngjørdi tá, at umleið 30 prosent av skúlabørnum í 1. flokki vigaðu ov nógv, meðan 15 prosent høvdu ógvusliga yvirvekt

Hjá næmingunum í 9. flokki vigaðu umleið 27 prosent ov nógv, meðan seks prosent av dreingunum og 14 prosent av gentunum høvdu ógvusliga yvirvekt.

 

Børn, ið hava eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli, ítrótti og vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur.

 

Tað týdningarmesta er at arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at børnini ongantíð gerast yvirvektig. Gigni arbeiðir við at fyribyrgja yvirvekt, tó ásannar stovnurin at tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, at vit gerast alsamt tyngri.  

 

Í oktober 2023 fór Gigni undir skipaða viðger av yvirvekt hjá børnum og ungum. Holbæk-Føroyar er ein øðrvísi háttur at hugsa um yvirvekt. Hátturin er bygdur á vælgrundaða gransking og úrslitini vísa seg at vera góð. Viðgerin hevur trivnaðin hjá barninum í miðdeplinum.  

 

Viðgerðin er byggir á tríggjar hornasteinar:  

 

1. Høg yvirvekt verður raðfest og viðgjørd sum ein varandi sjúka.  

2. Viðgerðin tekur støðu út frá, at kroppurin aktivt strembar eftir at varðveita og verja feittmongdina. Tað er snýr seg ikki bert um at eta minni og flyta seg meira. Fleiri onnur viðurskifti skulu hugsast uppí, av tí at kroppurin stundum nýtir minni orku uppá hitastýring, immunverju og annað, soleiðis at hann ikki missir av feittmongdini.  

 

3. Samskiftið skal vera greitt, soleiðis at øll skilja, hvussu trupult tað er at viga ov nógv. Barnið og familjan skulu kenna seg hoyrd og skilja veruleikan og álvarsemi, soleiðis at tey eru før fyri at taka neyðugu avgerðirnar fyri teirra lív. Skuld og skomm um yvirvekt skal burtur.

 

Um foreldur ynskja, at fáa eina ávísing til Holbæk viðgerðarháttin ber til at seta seg í samband við egnan heilsufrøðing. Tey sum ikki eru knýtt at heilsufrøðingi, kunnu senda teldupost til gigni@gigni.fo. Viðgerðin er ætlað børnum 3-16 ár, sum hava yvirvekt.