Giggs vil hava meira

Hóast 759 dystir eru farnir aftur um bak, so hevur Ryan Giggs ongar ætlanir um at seta gaggurnar á hillina

Fótbóltur

 

Tá Ryan Giggs móti dystarenda varð skiftur inn í Champions League finaluni í Moskva, setti hann samstundis met. Við 759 dystum er hann nú spælarin, sum hevur spælt flestar dystir í søguni hjá Manchester United.

At hann kundi sett krúnuna á verkið, var tað ikki fyri fantastiska John Terry, hevði ikki tann stóra týdningin eftir dystin. Við sigrinum í brotssparkskappingini, har Giggs sjálvur sparkaði sjeynda sparkið hjá Manchester United, hevur hann nú verið við til at vinna tvær Champions League-finalur.

Og hóast metið, so segði Giggs alt fyri eitt, at hann er til reiðar at vinna enn meira við felagnum.

- Eg vil sleppa at uppliva slík kvøld aftur. Sjálvandi var kvøldið í kvøld fantastiskt, hóast brotsspørk í nógvar mátar eru sum eitt lottarí. At seta metið er sjálvandi stórt fyri meg og familju mína, men tað snýr seg um at vinna steyp. Og tað vil eg gjarna uppliva aftur, segði Giggs, sum eisini hevur sáttmála við Manchester United fyri komandi kappingarár.