Giftur og pápi longu sum studentur

Jógvan Arge fer at hava almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. desember.

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. desember.

 

Framløgan verður frá frá klokkan 15.30 til 17.00, og her verður tónleikur, sangur, upplestur, røður og gott til góman. Samstundis verður høvi at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

 

Við móttøkuna fer Jógvan Arge at greiða frá nýggju bók síni ”Havnardrongur og gøtuskuri”.

 

Uni Arge og Robert McBirnie verða á pallinum við sangi og tónleiki og ein annar hálvur skuri, Tórbjørn Jacobsen, fer at siga, hvat hann hevur fingið burtur úr at lesa bókina.

 

Hetta er 20. bókin, sum Jógvan letur úr hondum. Pallurin er tað umhvørvið, hann  vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við stórum H og mamman av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu.

 

Jógvan Arge er úr einum nýggjum býarparti, har børnini vóru mong og ræsurnar víðar við Húsagarðsbønum, Viðarlundini og ítróttavøllunum í Gundadali.

 

Hann gekk í katólskan barnagarð og skúla. Fór úr realskúlanum í Hoydalar og varð longu giftur og pápi, tá hann tók studentsprógv.

 

Sjálvur sigur Jógvan Arge, at krýnikan er ein ferð hús úr húsi í stóra grannalagnum og søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syðrugøtu.

 

Í Havn høvdu tey stórt virksemi við bussum, bilum og kiosk. Í Gøtu høvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Ættarbond hansara og hjá konuni Maritu verða greinað norðanfjørðs og sunnanfjørðs.

 

Í sekstiárunum stovnaði Jógvan Arge saman við vinmonnum egið ítróttafelag, var formaður í næmingafelagnum í Hoydølum,  limur í Unga Tjóðveldinum og í blaðstjórnini á ítróttablaðnum ALT um ítrótt.

 

Hansara fyrstu fet í útvarpsarbeiði vórðu tikin í barnaútvarpinum longu í fimmtiárunum. Bókin - Havnardrongur og gøtuskuri - er umbrotin, prentað og innbundin á Føroyaprenti.