Gifta kanska fyrstu samkyndu hjúnini í Føroyum í ár

Nógv arbeiði verður lagt í at avgreiða málið

 

- Gongur arbeiðið væl, verður tað longu í ár, at tey fyrstu samkyndu hjúnini kunnu giftast borgarliga í Føroyum.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum.

 

Hon sigur, at síðani lógin um samkynd hjúnalag varð samtykt á Løgtingið, hevur verið arbeitt miðvíst við at avgreiða málið.

 

Men málið er torskild, tí talan er partvís um eitt danskt málsøki, og tí skal málið samtykkjast í Fólkatinginum.

 

Í hesum sambandi arbeiða føroyskir myndugleikar við at fáa danskar myndugleikar við at hjálpa okkum at fáa løgtingsins vilja framdan í verki, og tað arbeiðið gongur eftir ætlan, sigur Sirið Stenberg.

 

Hinvegin kann lógin um samkynd hjúnalag í Føroyum ikki koma í gildi, fyrrenn stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini er broytt, so at tað verður staðfest, at samkynd hjún kunnu ikki fáa húnalagið vælsignað í kirkjuni.

 

Kirkjan er yvirtikin og tí er hetta ein áseting, sum skal gerast í Føroyum og í løtuni verður arbeitt við at finna útavm, hvussu hetta skal gerast.

 

Ein onnur forðing, sum føroyingar skulu loysa, er at seta í gildi, at samkynd hjún, sum eru gift í kirkju uttanlands, eisini skulu kunnu skiljast í Føroyum.

 

Samstundis skulu skrásett parløg ímillum samkynd verða góðkent í Føroyum, so at tey varðveita síni rættindi her á landi.

 

Sostatt liggur málið líka nógv í føroyskum hondum. og nú bíðað danskir myndugleikar eftir, at tað verður gjørt.

 

Men løgfrøðiliga er málið fløkt, og tað kann vísa seg at verða neyðugt at bíða við einum parti av tí, til føroyingar hava yvirtikið familjurættarliga økið, og tað verður í seinasta lagi á ólavsøku í 2018.

 

Het verður hugsað um at at viðurkenna skrásett parlag í Føroyum, og um geva samkyndum hjúnum, sum eru gift í kirkju uttanlands, rættin til at skiljast í Føroyum.

 

Annars er danska stjórnin komin væl áleiðis við at fyrireika lógarbroytingina, sum skal fyri Fólkatingið.

Í hesum sambandi hevur danska Sosial og Heilsumálaráðið boðað frá, at ætlanin er at senda málið til hoyringar nú í september.

 

Sirið Stenberg sigur, at sum gongdin í málinum nú, er ikki óhugsandi, at fyrstu samkyndu hjúnini verða gift í Føroyum longu í ár.