– Geza var fantastiskur

– Soleiðis sum dysturin tók seg út, so er ein javnleikur eitt okey-úrslit hjá okkum, sigur málskjúttin hjá GÍ, Jonreid Dalheim.

– Burtursæð frá kolldømingini av okkara seinna máli, so eri eg væl nøgdur, sigur hann.

Gøtumenn høvdu helst sett nøsina upp eftir meiri enn eina stignum í gjár, men kunnu takka Geza Turi fyri, at teir ikki vóru aftanfyri við nógvum málum, tá hálvleikur var.

– Málmaður okkara var heilt fantastiskur, og tað var ein fantombjarging, hann hevði í yvirtíðini, heldur Jonreid Dalheim.

 

– Væl og virðiliga betri

Ungi málverjin hjá B71, Símun Rógvi Hansen, heldur ikki tað var í lagi, at dysturin endaði við stigabýti millum liðini.

– Nei, vit áttu at fingið fleiri mál í fyrra hálvleiki, har vit vóru væl og virðiliga betri enn GÍ og høvdu kjans oman á kjans.

Í seinna hálvleiki var GÍ oman á og teir fingu eisini bóltin í netið ta einu ferðina. Málið var tó kolldømt, og tað var ein røtt avgerð, sigur Símun Rógvi Hansen.

– Eg fekk ein alboga ella ein arm inn á kjálkan, so eg meti har var fríspark. Og ja, vit verða eisini lagdir undir eitt ávíst trýst, men samanumtikið áttu vit at fingið meiri burturúr, sigur málverjin hjá B71.