Geytin skal hjálpa føroyskum filmum

Týskvøldið verður fyrsta føroyska filmsvirðislønin, Geytin, latin. - Virðislønin kann veruliga lata dyrnar upp fyri føroyska filmslist í útheimi, sigur Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini

Seinastu árini hevur føroysk myndlist av álvara fingið vind í seglini. Áhugin fyri at framleiða stuttfilmar er alsamt vaksandi, hóast umstøðurnar at gera filmarnir eru alt annað enn nøktandi. Fleiri av teimum føroysku filmunum hava víst, at til ber at gera góðar filmar í Føroyum, og at fleiri teirra ikki standa aftanfyri teir stuttfilmarnar, ið verða framleiddir í londunum rundan um okkum og smærri oyggjasamfeløgum.

- Tey, sum gera film í Føroyum, hava uppiborið at verða heiðrað, og tørvur er á at varpa meira ljós á føroyska filmslist, sigur Birgir Kruse. Tí verður skipað fyri tí fyrstu virðislønarhandanini fyri stuttfilmar týskvøldið. Norðurlandahúsið verður karmur um tiltakið, har besti føroyski stuttfilmurin skal kjósast.


Gevur góðar møguleikar

Til at finna tann besta føroyska stuttfilmin er ein nevnd sett at meta um teir innkomnu filmarnar. Í nevndini sita Birgir Kruse, Ingun í Skrivarastovu, Jan B. Jørgensen og Urd Johannesen. Harafturat er Linde Fr?lich eisini við í dómsnevndini. Hon hevur drúgvar royndir innan filmslist og stendur fyri stóra filmsfestivalinum Nordische Filmtage, sum hvørt ár í november mánaði verður hildin í Lübeck. At føroyska dómsnevndin hevur Linde Fr?lich afturat sær, kann hava stóran týdning fyri øll tey, ið hava latið film inn til kappingina.

- Hon fyrireikar stóra filmsfestivalin í Lübeck, og sær hon nakað áhugavert, sum hon eisini metir at vera áhugavert hjá útlendingum at síggja, fer hon møguliga at seta teir filmarnar á skránna á filmsfestivalinum. Og tað kann veruliga lata dyrnar upp til útheimin fyri føroysk filmsfólk, greiðir Birgir Kruse frá.

Hann vísir á, hvussu týdningarmikið tað er við eini føroyskari filmsvirðisløn.

- Við at hava eitt slíkt tiltak vísa vit, hvat gongur fyri seg innan føroyska filmsheimin. Harafturat kunnu okkara filmsfólk á henda hátt vísa útheiminum, hvat føroysk filmslist er, sigur Birgir Kruse, sum heldur, at støðið á teimum filmunum, ið verður framleiddir í Føroyum, er høgt.

- Sum heild eru filmarnir góðir og onkrir teirra standa als ikki aftanfyri tað, sum vit síggja úr øðrum londum.

 

Geytin - Ein føroyskur Oscar

Tá fyrsta føroyska filmsvirðislønin verður latin týskvøldið, eru tað 15 filmar, ið hava møguleika at vinna Geytan og 25.000 krónur. Sjálv virðislønin minnir um ta vælkendu Oscar-virðislønina.

- Geytin er ein føroyskur Oscar, kann mann siga. Virðislønin er gjørd av tveimum fólkum, ið eru í familju við Geytan, nevnliga David Geyti, ið er abbasonur Geytan, og mamma hansara Astrid Andreasen, listarkvinna og verdóttir Geytan, sigur Birgir Kruse.

Orsøkin til at virðislønin hevur fingið heitið Geytin er als ikki tilvildarlig.

- Geytin var maðurin, sum í gamlari tíð plagdi at ferðast út á bygdirnar í Føroyum at vísa film, og tað eru fleiri fólk, sum minnast henda mannin og hansara áhuga fyri filmi. Tí hildu vit tað ikki vera annað enn natúrligt, at fyrsta føroyska filmsvirðislønin skuldi eita Geytin.


Áskoðaravirðisløn verður latin

Umframt Geytan og tær 25.000 krónurnar verður eisini ein onnur virðisløn latin týskvøldið. Ein sokallað Áskoðaravirðisløn skal eisini latast, sum er áljóðandi 15.000 krónur.

- Dómsnevndin velur vinnaran av Geytanum, men áskoðararnir fáa eisini møguleika at velja tann filmin, sum teir halda er tann besti týskvøldið. Hetta gera teir týskvøldið, meðan teir eru staddir í Norðurlandahúsinum, fortelur Birgir Kruse.

Áskoðararnir velja tann besta filmin út frá nøkrum útvaldum filmum, sum teir eisini síggja týskvøldið.

Tiltakið er alment og byrjar í annaðkvøld klokkan 19.30. 




Geytin er heitið á nýggjari virðislønin á 25.000 krónur, sum verður latin í

desember á hvørjum ári.


Geytin verður latin einum føroyskum stuttfilmi, sum antin er spælifilmur

ella heimildarfilmur og ikki longri enn 50 minuttir. Ein nevnd er sett at

meta um innkomnar filmar og í nevndini sita Birgir Kruse, form., Ingun í

Skrivarastovu, Jan B. Jørgensen, Urd Johannesen og Linde Frölich frá Nordische

Filmtage í Lübeck.


Umframt Geytan verður ein Áskoðaravirðisløn á 15.000 krónur latin.

Áskoðararnir fáa sostatt høvi at kjósa teirra yndisfilm sama kvøld í

desember, sum Geytin verður latin.