Fýra tey fremstu føroysku liðini í telduspælinum, Counter Strike: Global Offensive, kappaðust í gjár um 10.000 krónur og ting fyri virði á 40.000 krónur. Hetta var í samband við finaluna í Elektron-deildini, sum Esport.fo fyriskipar.
Vinnaraliðið gjørdist "Team Ballast", sum vann greitt. Hini luttakandi liðini vóru "BloodSportGaming", "TeamTT" og "Space Cowboy".
Esport.fo er føroyski veitarin av internetítrótti, sum er ein alsamt vaksandi ítróttur í Føroyum eins og úti í heimi. Esport.fo skipar javnan fyri kappingum í telduspølum, bæði til tiltøk og á netinum.
Um vikuskiftið verður enn eitt stórt tiltak í telduspølum í Hoyvíkshøllini. Tiltakið eitur eLan#2, har kappast verður í teimum fremstu telduspølunum. Eisini verður kappast um føroyameistaraheitið í FIFA 18, spælt á Playstation 4, sum verður samskipað í samstarv við FSF.
Les meira um eLan tiltakið her.










