Bakkafrost fekk fyrr í vikuni Stockman-heiðurslønina. Heiðurslønin verður handað tí virðisbrævaskrásetta felagið, sum hevur dugað best at kunna fíggjarheimin og virðisbrævamarknaðin um sítt virksemi, og sum hevur skrivað tey bestu ársritini.
Bakkafrost vann í bólkinum fyri smærri- og miðalstór virki. Kappingarneytarnir hjá Bakkafrost í finaluni vóru flogfelagið Norwegian, ítróttarhandilsketan XXL og norska reiðaríið Høegh LNG.
Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri hjá Bakkafrost, greiddi í tíðindasendingini hjá Miðlahúsinum frá, hvat Stockman-heiðurslønin hevur at siga fyri samtakið. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Gunnar Nielsen.
Bakkafrost fekk serliga nógva viðurkenning fyri sína opnu, álítandi og sambærligu kunning, sína javnviðgerð av leikarunum á marknaðinum, sínar ársroknskapir og viðmerkingar, frágreiðing nevndarinnar, framløgu av úrslitum og sína virkisleiðslu.










