Gevst eftir 30 árum í Rumenia

Høvuðspersónurin aftanfyri Rumeniahjálpina, Absalon Matras av Norðoyri, gevst nú við sínum ótroyttiliga arbeiði í Rumenia, har hann hevur verið 150 ferðir við klædnahjálp. – Eg eri tó ikki liðugur við Rumenia, sigur hann

Tað var fyrr í vikuni, at Absalon Matras boðaði frá á facebookvanganum, at hann gevst við at taka ímóti klæðum til Rumeniahjálpina, tí hann gevst við arbeiðinum.

Tann nú 76 ára gamli maðurin av Norðoyri byrjaði við Rumeniahjálpini fyri fleiri enn 30 árum síðani. Í samrøðu við Sosialin 6. desember í fjør greiddi hann millum annað frá arbeiðinum og umstøðunum í Rumenia.

– Húsini, tey búgva í, eru ofta í sera vánaligum standi. Tað eru nógv, sum lítið og einki eiga, og tá er gott at kunna geva teimum góð og heit klæðir ella annað, ið teimum er tørvur á. Tað er stórt at síggja, hvussu glað tey gerast, sigur hann.
Av tí at hann hevur verið so ofta í Rumenia, er hann sera kendur í økinum.

– Eg havi koyrt so nógvastaðni runt í landinum, at onkur av teimum staðbundnu rumenunum hava sagt við meg, at eg kenni nógv betur teirra land enn teir allar flestu rumenararnir gera, sigur Absalon.

Takksamur

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd frá tí at klæðini verða savnað inn í Føroyum, til tey koma fátøkum rumenum til góðar.

– Í flestu førum havi eg havt klæðini seks ferðir í hondini, áðrenn tey koma fram til brúkaran, sigur Absalon.

Hann koyrir út ymsastaðni í Føroyum og savnar klæði inn. Harfrá fara tey á goymsluna í Christianskirkjuni, til tey fara í lastvognin hjá Smyril Line, verða umpakkað í Hirtshals og aftur umpakkað í Rumenia, áðrenn tey verða koyrd út í smáu bygdirnar og koma í hendurnar á móttakarunum. Og her er ikki tikin við tann tíðin, sum føroyskar konur nýta at binda og seyma pløgg, og alla tað arbeiðsorku, sum tær kvinnurnar gera, ið skilja og pakka klæðini.

– Eg hevði ikki kunna gjørt hetta arbeiðið uttan øll tey, ið stuðla og annars gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði, at hetta skal bera til. Eg eri teimum sera takksamur, sigur Absalon Matras.

##med2##

Kroppurin klárar ikki meira

Men nú steðgar hann við arbeiðinum í Rumenia.

– Kroppurin klárar ikki tað, sum hann hevur klárað fyrr. Eg havi verið eitt sindur lamin í vetur, men eg hava verið hjá fysioterapeuti, og nú gongur betur. Eg havi biðið Gud vísa mær, nær eg skal steðga við arbeiðinum, og nú haldi eg, at tað er komið har til, at eg skal steðga, sigur Absalon Matras.

Koronafarsóttin hevur eisini gjørt, at ikki hevur verið møguligt at ferðast til Rumenia í seinastuni. Hann hevur tó sent nakað av klæðum avstað.

– Ein bilur fór avstað við klæðum fyri umleið trimum vikum síðani. Nakað av klæðum er eftir og tað vóni eg at fáa sent avstað við einum bili ein av komandi vikunum. Nú taki eg ikki ímóti fleiri klæðum, sigur Absalon Matras.

– Eg havi samskift við tey, sum eg kenni í Rumenia, og tey syrgja fyri, at klæðini koma út til teirra, ið hava mest tørv á tí. Nakað av klæðunum fóru til eitt ellisheim, og nakað fór til eitt barnaheim, sigur hann.

Høvuðspersónurin vónar tó at sleppa aftur til Rumenia.

– Eg eri ikki liðugur við Rumenia og vóni at sleppa avstað aftur. Fólkið í Rumenia hevur eisini havt tað trupult vegna korona. Nú landið letur upp aftur, vóni eg, at til ber at sleppa ein túr at heilsa upp á fólkini har, sigur Absalon Matras.


900 tons av klæðum

Tað er ein sera stór rúgva av klæðum, ið eru farin til Rumenia øll hesi árini við Rumeniahjálpini – tilsamans fleiri enn 150 túrar. 750 posar eru sendir avstað á hvørjum túri, og tað vil siga, at meira enn 900 tons eru farin avstað tilsamans. Umleið 30.000-33.000 pløgg hava verið send hvørja ferð.

Umframt at klæðir eru send til Rumenia eru nakrir túrar gjørdir til Póllands, Moldova og Ukreina.