Sum kent, var stóra vallyftið hjá Donald Trump undan forsetavalinum, at hann skuldi lata byggja ein múr at forða fólki úr Meksiko at flyta til USA. Harumftamt lovaði Donald Trump, at Meksiko skuldi gjalda fyri múrin.
Hósdagin almannakunngjørdi blaðið Washington Post upprit frá einari telefonsamrøðu tann 27. januar, sum vísur, at Donald Trump fleiri ferðir bað meksikanska forsetan, Enrique Peña Nieto, um at gevast at siga alment, at Meksiko fór ikki at gjalda kostnaðin av múrinum.
- Tú skalt ikki siga tað við fjølmiðlarnar, sigur Donald Trump við Enrique Peña Nieto sambært uppritinum.
Amerikanski forsetin hótti eisini við, at gavst Enrique Peña Nieto ikki at avsanna vallyftið hjá sær, vildi hann ikki møta meksikansku stjórnini aftur.
Í telefonsamrøðuni í januar viðgekk Donald Trump harumframt, at verður múrurin bygdur, má peningurin at fíggja hann helst finnast aðrastaðni enn í Meksiko.
Washington Post hevur eisini almannakunngjørt upprit av telefonsamrøðu millum Donald Trump og avstralska forsætisráðharran Malcolm Turnbull.