Uttanríksmálaráðharrin eigur ikki at sleppa at spæla meira, nú er tað framtíðin hjá Føroya fólki, sum telur. Vit eiga alt fyri eitt at kanna fyrimunir og vansar við EU-limaskapi, so at vit hava nakað ítøkuiligt at taka støðu til.
Vit kunnu ikki lata vera við at taka avgerðir, tí so taka onnur tær fyri okkum. Vit mugu velja fyri at koma víðari, og tá man velur, velur man eisini frá. Nú ið íslendingar eru farnir á húsagang, er einki sum talar fyri einum Efta-limaskapi hjá okkum.
Stórur meiriluti er fyri EU-limaskapi í Íslandi og úr Bruxsell ljóðar, at teir kunn gerast limir longu í 2011. Um so er, eru vit enn einaferð eftirbátar og koma haltandi aftaná ófyrireikaðir sum altíð. Lat okkum nú ganga tær røttu leiðirnar og kanna fyrimunir og vansar við EU-limaskapi.
Eg takið fult undir við løgmanni okkara, tá ið hann sigur, at nú er nokk gitt, nú mugu vit vita. Eg takið fult undir við EU-limaskapi, tí tað er leiðin, ið kann fremja vøkstur og betri livikorð her á landi. Lat okkum gerast partur av framtíðini og veruliga fokusera á visiónir og framburð, ístaðin fyri at mjarra um Efta og fullveldi, sum einans avbyrgir okkum frá menning og framburði.