Annað løgtingsumboð metti, at tað var altavgerandi at bíða eitt hálvt ár til kanningarnar av Glyvursnesi vóru lidnar. Nú eru tað umleið 20 ár síðani, kanningar vóru viðvíkjandi Glyvursnesi. Onkur vildi verða við, at Tórshavnar Kommuna legði 5-6 milliónir krónur í hesa verkætlan. Vindmátarir vórðu settir upp, og flogfar úr Íslandi gjørdi testflúgvingar á Glyvursnesi.
Hesi 20 árini síðani hevur serkunnleikin ikki funnið út av vind- og veðurviðurskiftinum á Glyvursnesi, men nú vilja summi løgtingsumboð kortini steðga útbyggingini í Vágum fyri at bíða eftir nøkrum vindmátingum á Glyvursnesi. Tað sigur mær so mikið, at tað eru heilt onnur endamál, ið gera seg galdandi, nevnliga at steðga útbyggingini av verandi flogvølli fyri ein og hvønn prís, við ella uttan argumentir.
Áðrenn vit fingu fast samband, var farleiðin alt ov long til Vágarnar, og tað var frammi, at alt viðførið skuldi innskrivast í Tórshavn.
Fram til 2005 løgdu landsstýrismenn Fólkafloksins fótonglar fyri útbyggingini av flogvøllinum við at krevja, at danir skuldu gjalda útbyggingina. Tað var sum at seta eld í fjús, ikki talan um søgdu danir, og væl nøgdir vóru Finnbogi og Bjarni, tí so var neyðuga útbyggingin av flogvøllinum løgd á ís.
Men í 2005 tók táverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard málið í egnar hendur. Uttan stórvegis hóvasták gjørdi hann semju við danir, og neyðugur peningur varð fingin til vega til at útbyggja verandi flogvøll.
Nú er so klárt at bjóða arbeiðið út, sum harafturat verður bílligari orsaka av minkandi virkseminum í landinum. Men knappliga er fanin leysur.
»Minst møguligar útbyggingar«, sigur ein. Tað vil við øðrum orðum siga: skrottið verandi flogvøll, hvørki meira ella minni.
Tað er rættuliga sjáldan fyri ikki at siga ongantíð, at ein verkætlan hevur havt fíggingina klára, soleiðis at tað er bara at fara í gongd, men nú eru tær 400 milliónirnar, henda útbygging fer at kosta, knappliga ein so øgilig upphædd, at vit mega steðga á.
Tað stutta av tí langa er, at tey løgtingsumboð, sum ikki taka undir við hesi verkætlan, hava eittans endamál, og tað er at útseta verkætlanina og niðurpína flogvøllin og teir facilitetir, ið har eru.
Tað eru ongar íløgur gjørdar í 30 ár, so eyðnast tað at steðga hesi heilt avgerðandi útbygging, sum er bráneyðug - millum annað er eitt flogfar bílagt fyri 250 milliónir krónur, treytað av eini leinging av flogvøllinum - so kann tað væl henda, at tað eisini fer at steðga tí menning, sum okkara flogfelag hevur sett sær fyri tey næstu árini.
Tað skal tí vera mín vón, at Løgtingið tekur atlit til, at allar fyritreytir eru til staðar, at tað er ein skilagóð avgerð at leingja verandi flogvøll og at nýtímansgera terminalin, soleiðis at bæði vinnulív, ferðavinna og vanligi føroyingurin næstu árini fáa eina optimala tænastu viðvíkjandi flutningi loftvegis.