Gevist meðan eg enn finni hurðina

Tað er eftir drúgvar tingingar og gjølliga umhugsan, at Anfinn Kallsberg nú frá degi til dags gevst í politikki.

Ein legenda gevst nú í politikki.
Á tíðindafundi í morgun boðaði Anfinn Kallsberg frá, at hann frá í dag at rokna gevst í politikki.
- Eg havi sitið í øllum álitisstørvum í føroyksum politikki. Eg havi verið løgmaður, fíggjarmálaráðharri, fiskimálaráðharri, fíggjarnevndarformaður og tingformaður. Samstundis er eisini tíðin at trimma flokkin til eitt valstríð, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann er tann tinglimur, sum hevur sitið longst í tinginum, nú hann gevst í politikki.
- Eg varð valdur á valinum 24. November 1980, og einasti tinglimur, sum tá sat og sum enn er eftir, er Óli Breckmann. So hóast eg ikk meti meg sum gamlan, so eri eg gamal í politikki, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at hann áður hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til komandi val.
- Tá eg havi boðað frá, at eg gevist í politikki, er eingin orsøk til, at eg verið hangandi fram til komandi val. Flokkurin skal brynja seg til eitt valstríð, og tá er betri, at tey, sum halda fram í politikki, eisini stinga út í kortið, sigur Anfinn Kallsberg.
Ein onnur avleiðing av, at Anfinn Kallsberg nú tekur seg úr politikki er, at Bjarni Djurholm nú verður fastur limur í Løtginginum.
- Við tað, at Anfinn Kallsberg fer burtur úr politikki, merkir tað, at eg nú ikki longur eri eykamaður á Tingi, men fastur limur, sigur Bjarni Djurholm.