Gevið løgmanni misálitisváttan

Við avgerð síni at skriva út val og lata tingið fara til hús og siga frá sær leiklutin sum samráðingarleiðara mótvegis dønum hevur tingið bert eitt at gera, og tað er at geva løgmanni misálitisváttan sigur politiskur eygleiðari

-Tingið eigur at verða kallað saman alt fyri eitt, og allir tingmenn - uttan undantak - eiga at geva løgmanni eina misálitisváttan.

Hetta sigur ein politiskur eygleiðari, ið ynskir at verða ónevndur, við Sosialin.

-Tað, sum er hent, er, at løgmaður hevur brúkt tað sterkasta amboðið hann kann brúka móti lóggávuvaldinum, sum er tingið. Hetta amboð er at skriva út val og senda tingið til hús. Løgmaður hevur sagt, at hann var noyddur til at gera hetta, tí hann ikki fekk stuðul frá sínum egna flokki. Hetta er fyri tað fyrsta ein sera vánalig grundgeving. Løgmaður sigur harnæst, at hann er ikki førur fyri at samráðast við danir við hesum tørvandi stuðlinum frá sínum egnu. Nú eftir valið í sambandsflokkinum sigur hann so, at hann nú er klárur til at samráðast kortini.

Eygleiðarin Sosialurin hevur tosað við sigur, at løgmaður kann ikki fyrst senda løgtingið til hús fyri so aftur at biðja tað um stuðul til at samráðast.

Skal hann nú kortini niður at samráðast við danir, so má hann so sanniliga hava parlamentariskan stuðul fyri tí hann ger. Gevur tingið honum henda stuðul, eftir at løgmaður hevur sent tað til hús, so eru tingmenn ikki við sítt fulla vit. Hetta kunnu teir ikki gera.

Eygleiðarin sigur víðari, at tingið eigur at verða kallað saman og eigur løgmaður at fáa eina misálitisváttan fyri tað hann hevur gjørt. Ger tingmenn ikki tað, so hevur tingið deponera sína egnu makt mótvegis útinnandi valdinum. Og tað ber ikki til.

Um so er at løgmaður fær eina misálitisváttan, so skerja teir harvið heimildirnar hjá landsstýrinum nógv. Og tvs. at landsstýrið illa kann føra samráðingar fyri Føroyar. -Men tað er í fínasta lagi. Tað má vera avleiðingin av tí, sum løgmaður hevur gjørt. Tað er løgmaður, sum hevur skyldina av, at landsstýrið missir sínar heimildir at samráðast við, við tí sum hann hevur gjørt mótvegis løgtinginum. Hetta má vera tann klokkuklára avleiðingin, sum eitt samt løgting má taka yvirfyri tí støðu sum løgmaður hevur sett øll í.

-Meg lysti at vita, hvat fólkaflokkurin hevur í hyggju í hesum máli. Kennir flokkurin ábyrgd í hesum máli eigur hann at taka stig til at geva løgmanni misálit. Og ger hann tað kann hann verða vísur í, at hinir flokkarnir fara at taka undir. Torførari er hjá andstøðuni at leggja slíkt uppskot fram, um hon ikki hevur vissu fyri, at eisini stuðulsflokkarnir hjá løgmanni taka undir. Tí eitt misálit á løgmanni, sum ikki verður samtykt, kann bert vera við til at styrkja løgmann, og tað kann so ongantíð verða rætt.