Vil hava løgtingið og Amnesty at hjálpa Katalonia og at geva katalonsku tjóðartingsforkvinnuni, Carmen Forcadell, politiskt friðskjól í Føroyum
– Vit vóru nógvir føroyingar, sum frøddist um demokratisku tilgongdina hjá Katalonia til politiskt frælsi. Líka ræðandi var tað at síggja hvussu spanski jarn nevin knúsaði hetta sundur.
Soleiðis skrivar Johan Mortensen í Havn í eini áheitan á Páll á Reynatúgvu, løgingsformann, og Amnesty International Føroya Deild.
Hann vísir á, at átta katalanskir leiðarar og tveir aktivistar sita fongslaðir í Madrid.
– Teir sita undir sera ringum og mannminkandi umstøðum. Rættsakin móti teimum er ikki byrjað enn, men teir kunnu vænta upp í 38 ára fongsul, skrivar hann.
Fyrr í ár vitjaði Páll Á Reynatúgvu katalonsku tingforkvinnuna, Carmen Forcadell. Hon hevur verið í Føroyum, er sera vitandi um okkara viðurskifti og legði upp til samstarv millum Katalonia og Føroyar.
– Hon segði løgtingsformanninum, at hon var sera dapursskygd fyri framtíðina hja Katalania, og rætt fekk hon.
– Hon var eisini fongslað, leyslatin móti kautión, men kemur allarhelst undir somu ákærir sum hinir fongslaðu leiðararnir, sigur Johan Mortensen.
– Eg heiti á Amnesty Føroyadeild um at taka hetta mál upp beinanvegin og fara undir mótmæli. Spania er ein av okkara stóru handilspartnarum, og Katalania eitt vælumtókt ferðamál.
– Eg heiti á løgtingsformann okkara um at kanna møguleikan fyri at bjóða Carmen Forcadell politiskt friðskjól í Føroyum.
Johan Mortensen vísir á, at ES er tigandi, Danmark er tigandi og at fólkatingsumboð okkara eru tigandi.
– Latið nú Føroya rødd einaferð verða hoyrda á altjóða pallinum, latið okkum verja demokratiið, skrivar Johan Mortensen í áheitanini.